top of page

Keypstreytir

1. ALMENNAR UPPLÝSINGAR

Sp/f Omaná
SMS
Tinghúsvegur 47
Postrúm 1059
110 Tórshavn

V-tal: 657808
Telefon: +298 791 940
E-mail: omana@omana.fo

2. GJALDING

Omaná góðtekur Visakort, Mastercard og Dankort.

Upphæddin verður trekt, tá vøran er latin keypara.

Allar upplýstar upphæddir eru í donskum krónum og íroknað mvg.

Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum og tastifeilum.

3. VØRUR

Omaná selur matvørur bakstur, ís og líknandi.

4. HEINTAN

Vørur sum eru keyptar á omana.fo skulu heintast her:

Omaná í SMS
Húsagøta 2
Fo-100 Tórshavn

5. IÐRANARRÆTTUR

Sum keypari hevur tú 14 dagar iðranarrætt, tá tú keypir frá okkum. Tó eru flestu vørur okkara matvørur, og hesar kunnu ikki takast aftur, og tí er ikki iðranarrættur á matvørum.

Skuldi okkurt verið áfatt við vøruni, ið tú hevur heintað, so verður tú vinarliga biðin um at seta teg í samband við okkum á omana@omana.fo í seinasta lagi kl. 12 dagin eftir, at vøran er útflýggjað.

Til ber ikki at angra keypið við at nokta at heinta vøruna.

6. AFTURBERING

Hevur tú vøru, ið er annað enn matur, mást tú geva okkum vøruna aftur í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tú hevur sagt okkum, at tú iðrar títt keyp. Allar útreiðslur í samband við afturbering eigur keypari. Somuleiðis hevur keypari ábyrgd av vøruni í afturberingartíðini.

Iðrar tú, fært tú upphæddina aftur, ið tú hevur goldið í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tú hevur iðrað avtaluna. Endurgjald verður veitt á sama gjaldshátt, sum tú nýtti, tá tú keypti vøruna.

Omaná hevur rætt til, at afturhalda endurrindanina til vøran er afturborin.

Iðrar tú keypið, so skal vøran latast til:

Omana
SMS
Húsagøta 2
100 Tórshavn

Hesar vørur eru ikki við í iðranarrættinum:

  • Vørur, ið eru framleiddar eftir ynski frá kundanum

  • Vørur, ið gerast verri ella spillast skjótt

7. REKLAMATIÓN

Sum kundi hjá okkum hevur tú 24 mðr. reklamatiónsrætt. Tað merkir, at tú antin fært vøruna umvælda, umbýtta, pengarnar aftur ella avsláttur alt eftir hvør støðan er. Tað er krav, at reklamatiónin er røtt, og at mangulin ikki er orsaka av skeivari nýtslu ella aðrari skaðiligari atferð.

Sum kundi mást tú reklamera í rímuligari tíð, eftir at mangulin er staðfestur. Verður reklamatiónin gjørd innan 2 mðr. eftir at mangulin er staðfestur, vil reklamatiónin verða rættstundis.

Er reklamatiónin røtt, veita vit endurgjald fyri (rímiligum) fraktkostnaði. Vøran skal altíð sendast aftur í tryggum pakningi og altíð saman við kvittanini, so vit kunnu endurrinda fraktkostnaðin.

Omanfyri standandi er ikki galdandi fyri feskar ella frystar matvørur.
 

Vørur skulu latast til:

Omaná,
SMS
Húsagøta 2
100 Tórshavn

Tá tú letur vørur aftur, verður tú vinarliga biðin um at lýsa trupulleikan, so neyvt sum gjørligt.

Vit móttaka ikki vørur við eftirkravi.

8. PERSÓNSDATAVERND

Privatlívspolitikkur okkara kann lesast her

9. Klagur

Ynskir tú at klaga um títt keyp, so kanst tú seta teg í samband við omana@omana.fo. Um tað ikki eydnast at finna eina loysn, kanst tú senda eina kæru til viðkomandi brúkaraumboð.

bottom of page