Bílegg her : 79 19 40

Kondittaríið

Tú kanst keypa kakur heim við ella seta teg niður at njóta eitt kakustykki afturvið einum kaffimunni

Omaná er í niðastu hædd í SMS beint við síðuna av Miklagarði. Tú kanst keypa kakur heim við ella seta teg niður at njóta eitt kakustykki afturvið einum kaffimunni. Alt er framleitt í Omaná, bæði kakurnar og ísurin, og til ber at síggja okkum framleiða alt á staðnum.

Vit hava 16 sitipláss í okkara hugnaliga, fitta kondittaríi. Omaná er innrættað við glaðum pastelllitum, sum eru inspireraðir av kakunum. Her kunnu øll kenna seg heima, bæði stór og smá.

Heini Weihe Design & Consult hevur útvegað snið og møblarnar til kondittaríið, og teknistovan, Kontrast, hevur staðið fyri byggiprojektinum. Búmerkið og skeltini í Omaná hevur Eva Moss gjørt.

Burðardygd
Stuttflutt, vistfrøðiligt og lætt at niðurbróta. Hetta eru lyklaorð, tá ið vit útvega rávørur og pakkitilfar.

Mjólkin er av garðinum í Syðradali, og rómi, smør, jogurt og súrrómi eru frá MBM. Eisini aðrar rávørur, so sum rabarbur, útvega vit í Føroyum. Vistfrøðiligu eggini mugu tó keypast úr Danmark, tí eingin góðkend eggjaframleiðsla er í Føroyum.

Vit leggja dent á at brúka so lítið plast sum gjørligt. Pakkitilfarið til kakurnar og einnýtisbikør eru úr tilfari, sum er lætt at niðurbróta í náttúruni.

Kakurnar

Okkara kakur hava sín heilt serliga stíl.
Tær eru einfaldar og stílfullar við flottum pynti og litsamansetingum

Kakurnar fáast bæði í portiónum til ein persón og sum størri kakur til 10-12 fólk.

Okkara sermerktu Petit Four eru heilt smáar, dekorativar kakur, ið hóska væl til móttøkur ella eitt fínt kvøldarborð við gestum heima við hús. Vit hava ymisk sløg at velja ímillum.

Aftrat tí hava vit fleiri sløg av cookies, brúnar og hvítar brownies og brioche.

Sum frá líður fer Omaná eisini at bjóða kakur til serlig høvi, t.d. barnadóp, konfirmatión og brúdleyp.

Vit hava onkrar kakur, sum eru gjørdar uttan gluten, men av tí vit ikki hava ein serligan køk til at framleiða kakur uttan gluten, fáa vit ikki merkt vøruna at vera heilt uttan gluten.

Spyr okkum, um tú ivast.

Ísur

Omaná hevur bæði heimagjørdan gelatoís og sorbetís

Gelato er ísur, sum er gjørdur úr mjólk. Hetta ger ísin lættari og meiri kremutan enn tann ísurin, sum eru úr róma, eggi og mjólk. Hjá okkum fært tú gelato við m.a. heslinøt, saltkaramell, vanilju frá Papua Ný Guinea og við hvítari sjokulátu og karamelliseraðari hvítari sjokulátu.

Sorbetísurin fæst við jarðber, mango, passiónsfrukt og havtorn. Haraftrat ber til at fáa ymisk sløg av pynti omaná ísin, m.a. marshmellows, miniskúmbollar ella macaron við peanuts, sum er dyppað í sjokulátu og nøtir.

Umframt portiónsísin hava vit eitt stórt úrval av íslagkøkum. Til dømis eina klassiska við vanilju, sjokulátu og jarðberum. Ella eina meiri forkunnuga við heslinøt, saltkaramell og sjokulátu. Ella hvat við einari við hvítari sjokulátu, pistasiu og jarðberum?

Allar íslagkøkurnar eru lagdar við italskum marengsi og hava sjokulátabotn uttan gluten.

Bílegging

Í løtuni ber bara til at keypa kakur og ísar í sjálvum kondittarínum í SMS

Arbeitt verður tó fram ímóti at fáa eina bíleggingarskipan her á heimasíðuni, har tú kanst bíleggja kakur – eisini kakur til serlig høvi, so sum brúdleyp, barnadóp og konfirmatión. Tað gleða vit okkum til.

Gávukort og Omaná-vørur

Til ber at keypa eitt gávukort til ein, tú heldur av

Tú sigur bara upphæddina, og vit gera tær eitt gávukort, sum er galdandi í fimm ár.

Vit hava eisini ymiskar lekkrar Omaná-vørur, sum tú kanst keypa tær heim við sum eitt minni ella sum eina gávu. Eitt nú sokkar, serveringsbakkar o.a. Vit finna upp á ymist í heilum, so kom inn og vita, hvat vit hava.